Vágur: Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vaks fólkatalið í Suðuroynni við 12 fólkum.
Sambært Suðuroyarportalinum vóru 4.717 suðuroyingar við ársbyrjan, og fimm mánaðir seinni var talið komið uppá 4.729 fólk.
Hesar fyrstu fimm mánaðirnar komu 29 suðuroyar-børn í heimin, meðan 16 fólk doyðu, sum saman við eini minni fráflyting gav ein vøkstur í fólkatalinum uppá 12.
Um hugt verður eftir teimum einstøku kommununum í oynni, so vaks Vágur (myndin) mest - við átta fólkum. Hinvegin minkaði fólkatalið við 12 á Tvøroyri.
Í øllum hinum kommununum í oynni vaks fólkatalið, undantikið í Fámjin.