Ein 35 ára gamal maður var seinnapartin í grundlógarhoyri í Føroya rætti. Hann er skuldsettur fyri at hava smuglað og roynt at smuglað hassj til Føroya. Ákæruvaldi vil vera við, at maðurin tvær ferðir í vetur kom til Føroya við eini ókendari, men stórari, nøgd av hassji.
Í gjárkvøldið var maðurin so handtikin, eftir at hann kom við Norröna við 775,4 grammum av hassji uppi á sær. Maðurin játtaði í grundlógarhoyrinum, at hann í gjárkvøldið royndi at smugla áðurnevndu nøgdina av hassji til Føroya, men sýtir fyri at hava smuglað fyrr í vetur.
Sambært ákæranum skuldi maðurin vinna 50.000 krónur fyri tey 775,4 grammini av hassji.
Rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum og grundgevingin var, at maðurin hevur samsak fólk bæði í Føroyum og í Danmark. Ein onnur grundgeving fyri at lata dyrnar aftur var, at tað ikki má koma fram, hvussu maðurin bar seg at í royndini at smugla hassji til Føroya.