754 næmingar í 1. flokk

Í morgin, hósdagin, fara 754 børn í skúla fyri fyrstu ferð ? tað eru 70 fleiri enn í fjør. Samlaða næmingatalið í Føroyum er tó í lítlari minking. Hósdagin byrjar skúlaárið aftur. 754 børn fara í fyrsta flokk henda dagin - í fjør fóru 684 í fyrsta flokk.

Tórshavnar kommunuskúli hevur flest næmingar aftur í ár, 573. Í fjør gingu 597 næmingar í Tórshavnar kommunuskúla. Næst størstur er Eysturskúlin við 537 næmingum. Hoyvíkar skúli veksur skjótt í hesum árum. Hesin skúlin, ið hevur 1. til 7. árgang, hevur 496 næmingar komandi skúlaár í mun til 454 í ár. Ikki færri enn 94 næmingar fara í 1. flokk í Hoyvíkar skúla; tað eru 30 fleiri enn í fjør ? ella meiri enn ein skúlaflokkur fleiri. Fýra fyrstu flokkar vera; ein skúlastova vantar og tí flytur ein 4. flokkur í Hoyvíkar kirkju at ganga, upplýsir Birgit Arge, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

- Skúlin á Løgmannabreyt verður klárur at taka 1.- 3. flokk skúlaárið 2008-2009. Tá eigur at verða nóg mikið av plássi til næmingarnar í økinum, sigur Birgit Arge við Skúlablaðið.

59 fólkaskúlar eru kring landið; í 16 skúlum er næmingatalið lægri enn 8 børn.

Í alt eru 7273 fólkaskúlanæmingar í Føroyum komandi skúlaár mótvegis 7367 farna skúlaár. Eisini í Danmark boða tey frá nøkulunda sama næmingatali komandi skúlaár í mun til farna ár, skrivar Skúlablaðið.