Hondbólts-Føroyar gleða seg til januar. Tá fer føroyska manslandsliðið í hondbólti at kappast í fyrsta EM-endaspælinum nakrantíð.
Føroyar spæla í innleiðandi bólkinum móti Slovenia 11. januar, Noregi 13. januar og Póland 15. januar.
Altjóða veddingarfyritøkan, Bwin sum letur veddimál upp á hvør vinnur EM-endaspælið í Týsklandi.
Danmark er favoritturin hjá Bwin. Fýra norðurlond eru millum sjey teir fremstu favorittarnar.
Oddsini hjá Bwin upp á, at Føroyar vinna EM í manshondbólti eru heili 751, ið er ræðuliga høgt.
HER eru oddsini hjá Bwin upp á hvat lið vinnur EM í manshondbólti í 2024:
##med2##