Fólk í øllum aldri hava gott av at spáka sær ein túr – men tað eru ikki allar eldru kvinnur, ið hava slíka orku og drivi sum 75 ára gamla Barbara Hillary. Hon vitjaði herfyri á Norðpólinum, og hon verður roknað sum eitt av elstu fólkum, sum hevur verið har. Tey, sum fylgja við í søguni hjá Norðpólinum halda seg vita, at Barbara er fyrsta litta kvinnan, sum hevur verið á Norðpólinum.