75% av føroya fólki eyðmýkt og niðurgjørt av orðloysingunum í samgonguni

Bjarki Skúvadal
-----

Bara ein av flokkunum segði undan valinum, at teir ætlaðu at tiðna blokkin, um tey fingu vald til tess. Og um leið ¼ av veljarunum tók undir við hesum. Allir hinir søgdu klárt og týðuliga “nei!” tá teir fingu spurningin, um blokkurin skuldi tiðnast.
Og nú standa vit her u.l. 75% av veljarunum drignir upp á tráð, niðurgjørdir og eyðmýktir. Hetta er eitt tað ljótasta og fúlasta sum gjørt er í føroyskum politikki síðan heimastýrið kom í gildi í 1948. Ein fær tað spýggjandi vaml fyri politikki og teimum fólkunum, sum eru uppi í politikki, stoltleiki, sómi, æra, lyfti og prinsipp, alt verður blakað á bláman, bara ein kann sleppa fram at valdinum, teimum feitu lønunum og ikki at gloyma pensjónunum. Hvussu kunnu vit, sum kenna okkum svikin og hildin fyri rukku hava nakra virðing fyri hesum persónunum? Eg dugi tað ikki!
 
Sjúrður Skaale sigur seg “virða” avgerðina hjá samgonguni. Hvat meinar Sjúrður við at “virða”?, um so er, so er hann eftir einum hálvum ári snaraður 180 stig, og er vorðin ramur sambandsmaður. Aftur eitt dømi um, hvussu litið ein skal leggja í, hvat politikararnir siga, torvmold í eyguni á okkum bláoygdu, sum hildu at “eitt orð er eitt orð, og ein maður er ein maður”. Eg vóni tó, at  Sjúrður meinar, at hann fer at “akta” (sjálvt um tað er nóg ringt) boðini frá samgonguni, tó at hann vanvirðir tey.
 
     Vit plaga at flenna, tá vit lesa biddarabrøv, sum føroyingar sendu kongi í gomlum døgum:” vi stakkels, arme, fattige folk udi færø;” men tá var tað ein vissur sannleiki í hesum orðum, sjálvt um tey ikki vóru serliga virðilig. Men at vit í dag niðurgera okkum á sama hátt, er mær púra óskiljandi. Fara niður til Danmarkar at bidda frá teimum, sum skylda per fólk nær um tvær ferðir so nógv, sum vit???? Álvara tos, hvussu lágt vilja vit níga?  “Lágt nígur hann, ið høsnareyv vil kyssa”, sigur orðatakið. Forestin, hvar skulu danir spara fyri at fáa hasar milliónirnar, sum skulu sendast okkum? Skulu teir fara við plenuklipparanum, ella lata nakrar barnagarðar aftur ella?????????????
 
Kanska vera danir blíðir og játta biddarunum, tá teir koma, men tað man neyvan vera tí teimum tykir synd í okkum; fyri teir er sjálvandi umráðandi at halda “ríkið” intakt. Tað er ringur stjórnmálamaður, ið ikki vil varðveita ella víðka um ríki sítt. Og hann skal ikki fara í kríggj fyri at vinna sær hetta landið, tað kostar einki blóð, tey selja seg fyri nakrar fáar hundrað milliónir; tað man vera lættasta landvinning nakar hevur hoyrt um.
 
Annars las eg í bløðunum í gjár, at summir løntakarar í Føroyum vinna meira enn 5 milliónir kr. um árið, tað er nakað tað sama sum ein vanligur slitmaður brúkar eini 22 ár um at vinna (u.l. helvtin av arbeiðsføra lívinum). Man vanligi danin ikki halda tað var eitt virðiligari mið at troytt heldur enn at givið hesum somu ein feitan skattalætta, sum næstan svarar til helvtina av árslønini hjá omanfyri nevnda slitmanni, sum so sami dani skal endurrinda???
“Spar i skat, skyd en færing!” skrivaðu summi donsk bløð í 90-árunum,  tá sjálvskapta kerppan herjaði í Føroyum, og danir hildu, at teir skuldu gjalda ballið; munu hesi orðini aftur fara at síggjast? Tá verður minni stuttligt at vera føroyingur á flatlondum.
 
Annars kundi ein eisini trivið í hatta horribla skattauppskotið hjá Fólkaflokkinum, sum eftir øllum at døma bara kemur teimum omanfyri nevndu til góðar. Og her er serliga ein flokkur, sum hevur verið stóri orðloysingurin. Teir tríggir, sum manna henda flokkin, eru kendir fyri at taka orð bíbliunnar í stórum álvara, og minnist meg rætt, so er tað at vera orðloysingur ikki  høgt í metum í tí bókini.