73 nýggir næmingar í Skúlanum á Fløtum

Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, tók í dag móti 73 nýggjum næmingum, ið byrjaðu í 1. flokki

– Fyrsta dagin vil eg bara hava, at næmingarnir heilsa upp á flokslæraran, sum er høvuðspersóurin í teirra skúlagongd, og at næmingarnir uppliva, hvat tað er fyri nakað at vera í skúla, at sita við eitt borð, at skula fylgja við og at vera ein flokkur, sigur Regin Marnersson, sum júst er byrjaður triðja árið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

Teir 73 nýggju næmingarnir byrja í flokkum, har tað ganga 24, 24 og 25 næmingar.
Ta fyrstu vikuna læra næmingarnir sostatt at vera inni í einum rúmi í senn saman, har ein lærari stýrir.  

– Tað fakliga kemur so spakuliga. Fyrst er tað trivnaður og at fáa eina tryggleikakenslu, sum vit leggja mest dent á í fyrstuni, sigur Regin Marnersson.
Hann heldur tó ikki at hetta tekur langa tíð.

– Næmingarnir venja seg sera skjótt við nýggju umstøðurnar. Onkur hevur tó tørv á eitt sindur longri innlæringartíð, sigur skúlastjórin.

Foreldrini kunnu koma við fyrstu vikuna, og so fara tey víðari 10 minuttir yvir átta.

##med2##

703 næmingar byrja í 1. flokki

Skúlin á Fløtum er ein samanlegging av Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum. Har vóru fýra flokkar, men nú eru bara tríggir. Tað vil siga, at nú fara fýra flokkar út, meðan tríggir koma inn. Tilflytingin er so stór, at nýggju flokkarnir næstan altíð eru fullir. Skúlin minkar ikki, sjálvt um vit fáa ein flokk minni um árið.

Tilsamans ganga nakað omanfyri 730 næmingar í Skúlanum á Fløtum.

703 næmingar tilsamans byrjaðu í 1. flokki í dag. Flest næmingar byrjaðu á Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, har 76 næmingar byrjaðu. Skúlin á Fløtum tekur móti næst flestu næmingum nevniliga 73.

– Vit eru á leið sama stødd sum Skúlin á Skúlatrøð. Onkuntíð eru teir frammanfyri, og onkuntíð eru vit frammanfyri, sigur Regin Marnersson.

Tað eru í høvuðsheitum børn, sum er fødd í 2012, sum nú eru farin í skúla. 607 børn vórðu fødd í 2012, men síðani eru umleið 100 børn komin aftrat í árganginum. 

##med3##

Meira enn 7.000 næmingar

At nógv børn eru flutt til Føroya úr øðrum londum, ger, at næmingatalið í fólkaskúlanum er farið upp um 7.000 næmingar, og útlit eru til, at næmingatalið fer at vaksa spakuliga næstu árini, sigur Undirvísingarstýrið.

44 fólkaskúlar eru í landinum. 

Tríggir skúlar hava meira enn 500 næmingar, 16 skúlar hava millum 100 og 500 næmingar, og 25 skúlar hava færri enn 100 næmingar. 

Av teimum 44 skúlunum eru tríggir frískúlar, og teir hava tilsamans 197 næmingar. 

Tveir frískúlar hava eisini forskúla. 

Sí fleiri myndir her frá fyrsta skúladegi hjá næmingunum í Skúlaum á Fløtum.

##ms##