721 føroyingar hava meiri enn eina millión í løn

Tað eru alsamt fleiri føroyingar, sum heilt góða løn

Tað eru alsamt fleiri føroyingar, sum fáa heilt góða løn – og tá verður hugsað um eina løn, sum er yvir eina millión krónur um árið.

 

Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt. Hagstovan hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyingar eru í ymsum inntøkubólkum. Við í uppgerðini eru øll sum eru 15 ár og eldri, og sum hava havt bústað í Føroyum alt árið.

 

Tølini eru fyri 2016 og tá ið talan er um inntøku, kann talan vera um vanliga løn, ella um avlop frá egnum virki. Talan er eisini um pensjón, dagpening, rentustuðul, lestrarstuðul, og aðrar veitingar frá tí almenna. Talan er eisini um rentuinntøkur og vinning av virðisbrøvum

 

Uppgerðin vísir, at í 2016 var tað ein góð helvt av føroyingum, sum høvdu eina inntøku, sum var undir 250.000 krónur um árið. Í 2014 var tað talið nakað meiri enn helvtin.

 

Ein góður triðingur lá ímillum 200.000 og 400.000 í inntøku og góð 20 prosent liggja ímillum 400.000 og eina millión í inntøku. Og so eru tað tvey prosent, ella 721 fólk, sum høvdu eina inntøku yvir eina millión í 2016. 

 

Tað sæst, at talið á teimum við heilt góðum inntøkum yvir eina millión, er vaksið lutfalsliga nógv frá 2014 til 2016, tí í 2014 vóru tey 527 í tali og í 2016 vóru tey altso næstan 200 fleiri í hesum lønarbólkinum, tí tá vóru tað 721 føroyingar, sum forvunnu yvir eina millión. Í fjør vóru tað 106 føroyingar, sum høvdu eina inntøku upp á ímillum tvær og fýra milliónir í 2016, og so var tað ein lítil skari upp á 11 fólk, sum høvdu eina inntøku upp á yvir fýra milliónir krónur í 2016.