714 nýggir smittutilburðir í Noregi

Hetta er heili 359 tilburðir fleiri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar, sum er 355.

 

 

Noreg hevur nú um midnáttarleitið kunngjørt talið av nýggjum covid-19 smittutilburðum seinasta samdøgnið, og talið er 714. Hetta er heili 359 tilburðir fleiri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar, sum er 355.

 

Hósdagin hevði Noreg 505 nýggjar tilburðir, og mikudagin var talið 478. Hægsta smittutal í eitt samdøgur var hin 16. mars í ár, tá Noreg hevði 1150 nýggjar smittutilburðir.

 

Tað gongur ikki ov væl við koronu í Noregi í løtuni, og í landinum eru 45 kommunur við veksandi smittu. Yvir alt landið hava smittutølini verið minkandi, men nú er gongdin "fløt", sum tey rópa tað.