Tólv grindur vórðu hildnar til í Føroyum í fjør. Tilsamans 713 hval vórðu merktir, og teir vóru 4.961,5 skinn.
Tað stendur í einum yvirliti, sum Fiskimálaráðið almannakunnger í dag.
Tann størsta grindin í fjør legði beinini í Vági tann 8. august. Hon var 195 hval. Tann næststørsta var á Sandi tann 5. juni. Tá vórðu 125 hval merktir.
Hinar grindirnar vóru í Klaksvík, Hvannasundi, Trongisvági, Tjørnuvík, Hvalba, Sandavági, Vestmanna og í Fuglafirði.