700 gestir til móttøku

Týsdagin var móttøka, í samband við at Skipafelagið Føroyar og Eimskip nú eru løgd saman í eitt felag.

Nógv fólk vóru við til hesa móttøkuna, og verður mett at nærri 700 fólk stukku inn á gólvið ta løtuna, móttøkan vardi.
Millum gestirnar vóru nógvir føroyingar, sum vera man. Men haraftrat vóru nógvir gestir komnir úr Íslandi, millum annað Bjørgólfur Gudmundsson, sum er høvuðseigari av Eimskip og nevndarformaður í íslendska Landsbankanum, eins og
stjórin í Eimskip, Baldur Gudnason.
Tveir fyrrverandi Eimskipa-stjórar í Føroyum vóru somuleiðis við, nevniliga Linda Bjork Gunnlaugsdóttir og Brynjar Viggoson.
Umframt tað at fólk høvdu høvið at skifta orð saman varð eisini skipað fyri ymiskum undirhaldi, m.a. sang Eivør Pálsdóttir sang, samstundis sum Birgir Enni borðreiddi við fiskasuppu, og so var eisini pinnamatur.
Móttøkan var ein staðfesting av teirri umfatandi samanleggingini, sum fevnir um eini 1500 starvsfólk í mongum londum. Hetta var eisini fyrstu ferð at tað dagførda logo?ið hjá felagnum varð brúkt.