70-ára gomul fekk tvíburar

Omkari Panwar frá Indiu er heimsins elsta mamma, hon fekk tvíburar

Tað eru Daily Telegraph og Times Online, sum bera tíðindini, at ein 70-ára gomul kvinna hevur átt tvíburar, eisini er hon vorðin heimsins elsta mamma.

Tann indiska kvinnan og maður hennara, tann 77-ára gamli Charan Sing, hava í nógv ár roynt at fáa ein son. Tí eftir indiskari lóg kunnu bara synir arva ognir í Indiu, skrivar Daily Telegraph.

Tað man vera meiningin hjá teimum hægru maktunum, at eg skuldi bíða so leingi, sigur tann 70-ára gamla Omkari Panwar, sum gjørdist við barn við ísáðing. - Tað var teirra seinasti útvegur.

Familjan tók lán, móti panti í jørð teirra, tey seldu ein oksa og fingu harvið tær 50.000,- kr., sum ísáðingin kostaði.

Glað vóru tey 70- og 77-ára gomlu, tá tey bæði fingu drong og gentu.

Eg havi leingi ynskt mær, tað eg nú havi fingið, nú kann eg doyggja eydnusamur, sigur tann 77-ára gamli pápin, Charan Sing Panwar við Daily Telegraph.

-Vit rindaðu tann nógva peningin til læknarnar í vónini um at fáa ein son - og fingu eisini eina gentu.

Teir nýbornu tvíburarnir eiga tvær eldri systrar, tær eru báðar yvir 30 ár.

Tann 70-ára gamla Omkari Panwar hevur tikið heimsmetið, sum heimsins elsta mamma, metið átti Adriana Iliescu úr Rumenia, tað varð sett í 2005, tá hon føddi eina dóttir - stutt fyri at hon gjørdist 67 ár, skrivar bt.dk.