70 motorsúkklur komu til sýn

Fríggjadagin 25. juni var eitt sokallað MC-treff á Bileftirlitinum í Havn, har tey sum møttu upp fingu motorsúkklur sínar sýnaðar. Hetta var fyrsta tiltak av sínum slagi, og motorsúkklufólkið tók lutfalsliga væl undir við tiltakinum

Sum nakað heilt nýtt skipaði Bileftirlitið í Havn fyri einum sokallaðum MC-treffi seinasta fríggjadag.
Tær luttakandi súkklurnar vórðu kannaðar av sýnsmanningini á Bileftirlitinum, meðan eigararnir fingu sær ein kaffimunn og eitt prát við aðrar motorsúkklueigarar.

Við at skipa fyri einum slíkum "MC-treffi" var gjørligt hjá Bileftirlitinum at sýna eitt stórt tal av motorsúkklum eftir einum degi.

Frá Bileftirlitinum verður sagt, at uppmøtingin var nakað minni, enn tey roknaðu við, men tær motorsúkklurnar sum komu vóru í góðum standi.
Í Føroyum eru pr. 1. januar 2004 skrásettar 378 motorsúkklur. Av teimum møttu umleið 20 prosent til sýn hendan dagin.
Tær motorsúkklur ið ikki komu við til tiltakið verða innkallaðar til sýn seinni.