Tónleikabólkurin Deiggj verður aftur at hoyra í Klubbanum á Tvøroyri komandi leygarkvøld Fyrstu ferð Deiggj spældu varð í 1981 og varð tað júst í Tvøroyrar Klubba, sum um tað mundi var av eitt væl umtókt dansihøli í Føroyum. Teir, sum stovnaðu bólkin vóru Rene Jespersen, Dávið Jakobsen, Dennis Lave, Páll Lave, Fróði Vestergaard og Pætur Dam. Deiggj hevur øll hesi árini verið ein aktivur tónleikabólkur, tó við skiftandi manningum. Fýra av teimum sum spæla við í dag vóru við til at stovna bólkin í 1981. Hesir eru Dennis, Pætur, Páll og Fróði. Afturat teimum eru komnir Sverri Heinesen og Herluf Hermansen. .
Tónleikurin sum Deiggj fer at spæla leygarkvøldið er mest kend rockløg frá 70´unum umframt okkurt egið lag. Deiggj hava ein serligan alsk fyri 70´ara tónleikinum. Nevnast kunnu løg hjá til dømis Gasolin, Uriah Heep, Deep Purple, Dire Straits, John Lennon, Fleedwood Mac, Supertramp, Clapton, Santana, Cream, Rolling Stones, Afzelius, Styx, Kræklingar, Kári P og so framvegis.
Deiggj hava øll árini spælt til dans nakrar ferðir um árið, og av og á í Klubbanum á Tvøroyri. Millum annað hildu Deiggj sítt 25 ára føðingardagshald í Tvøroyrar Klubba í september 2006. Bólkurin hevur eisini spælt uttanlands á Jellingfestivalin í 2004 í Týsklandi í 2005 og Spanien saman við John Lawton og øðrum heepfjeppararum í september 2008. Umframt hetta hava Deiggj spælt Jóansøkufestivalinum 2005 og 2007.