Eysturkommuna samtykti í gjár einmælt fíggjarætlanina fyri 2016 á býráðsfundi í gjár.
Av teimum 34 milliónum krónunum, sum eru settar av til íløgur komandi ár, vera yvir sjey milliónir nýttar í Leirvík.
Fýra milliónir krónur eru settar av til nýggja útstykking í Leirvík. Eingi grundstykki eru tøk í bygdini, og tí skulu hesar fýra milliónirnar nýtast til eina útstykkingarætlan, sum fevnir um 15 grundstykki.
Tríggjar milliónir afturat eru settar til at byggja eina tílbúgvingarstøð í Leirvík, umframt at verkætlanin við nýggja bátahylin í Leirvík verður tikin upp aftur. Peningur er eisini settur av til eitt nýtt felagshús við almennum vesi og brúsum til vitjandi, uframt nýtt høli til havnafútan.
Eisini er peningur settur av til at fríðka grøna kílan í Leirvík.
Skattaprosentið verður verandi 21 prosent og barnafrádrátturin hin sami sum nú, 5.000 krónur.










