68 el-persónbilar eru skrásettir í ár

Tað gongur framá við el-bilum í Føroyum, hóast tølini framvegis eru sera lág.

Á nýggjárinum vóru 99 persónbilar skrásettirí Føroyum sum eru riknir við elmegi. Tað talið er nú komið upp á 167, ein vøkstur upp á 68 bilar ella 69 prosent.

Tilsamans eru skrásettir 25.877 persónbilar í Føroyum. Tað er tað sama sum, at talið av el-persónbilum er 0,65 prosent í mun itl 0,4 prosent á nýggjárinum.

##med2##

15.831 persóbilar í Føroyum eru bensinriknir og 9.879 eru dieselriknir.

Tilsamans eru nú 38.797 akfør skrásett í Føroyum. Av teimum eru 4.254 vøruvognar, 3.423 viðfestisvognar og 698 lastbilar.