65-70 fólk í fiski í Hvalba

Mánadagin landaðu Hamranes og Breiðanes í Hvalba. Bæði skipini vóru full undir lúkurnar.

Partrolararnir, Hamranes og Breiðanes, landaðu í Hvalba mánadagin. Skipini vóru full undir lúkurnar eftir at hava roynt í umleið eina viku. 

 

- Hetta var ein góður túrur hjá skipunum, og veiðan vá umleið 240.000 pund tilsmans, siga tey hjá TG Seafood í Hvalba.

 

Lagt verður aftrat, at tað hevur verið hampiliga støðugt við fiskaarbeiði í Hvalba í vár.

 

- Aftrat skipunum, sum vanliga leggja veiðina upp í Hvalba, verður nakað eisini keypt á uppboðssølu, og soleiðis hevur eisini verið hesa vikuna.

 

Tá mest er at gera á TG Seafood, eru millum 65 og 70 fólk til arbeiðis á virkinum.