Nógv hevur verið lagt fyri í royndini at sleppa út úr Afghanistan, síðan Taliban nærkaðist og eftir ongari tíð tók ræðið í størsta býi í landinum, Kabul.
Myndir og upptøkur hava verið at sæð av flogvøllinum, har fólk í hópatali ganga úti á breytini, eins og landgongdirnar til flogførini eru fullar av fólki.
Tá landgongdirnar eru fullar, royna fólk at hála seg upp eftir á ytru síðuni fyri at sleppa inn í flogførini og soleiðis krøkja seg til vónina um at sleppa úr landinum.
Amerikanska faktíðarritið Defence One vísir myndir og sigur frá einari ferð úr Kabul, har eitt C-17 flutningsflogfar sunnukvøldið hevði heili 640 afghanarar umborð.
Myndin oman fyri er tikin inni í stóra flogfarinum, sum er á tremur við fólki - monnum, kvinnum og børnum, sum rýma undan Taliban.