63 prosent av teimum smittaðu eru nú í Havn

Sambært nýggjastu tølunum frá landslæknanum, so tykist smittan nú gera um seg í Havn í stóran mun.

 

Av teimum 67 smittaðu í gjár, eru 42 í Suðurstreymoy. Tað eru 63 prosent.

Síðani kemur Eysturoy við 14 tilburðum, sum svarar til 21 prosent.

Í Norðoyggjum vóru sunnudagin »bara staðfestir 5 smittutilburðir í Norðoyggjum, sum svarar til 7,5 prosent. Í Vágum vóru 2 tilburðir staðfestir, sum er 3 prosent. Eingin tilburður var staðfestur í Sandoy og í Suðuroy.

Hagtølini síggjast á við at trýsta her