Reinførið er ikki í lagi á eini av kendastu matstøðunum í Danmark. Í minsta lagi 63 vitjandi á matstovuni blivu sjúk, av tí at eitt starvsfólk smittaði tey.
Tann 20. februar í ár var danska matvørueftirlitið inni í kendu matstovuni Noma, og eftir vitjanina kundi eftirlitið staðfesta, at reinførið ikki er í lagi á gourmet-matstaðnum,
Danska matvørueftirlitið gjørdi kanningar á fína matstaðnum, eftir at gestir høvdu sett seg í samband við eftirlitið, av tí at tey vóru blivin sjúk eftir at hava etið á Noma.
Í frágreiðingini skrivar matvørueftirlitið millum annað, at tey kundu staðfesta sjúku hjá 63 út av tilsamans 78 gestum í døgunum 12. februar til 16. februar. Gestirnir høvdu eitt núfingið leyst lív og spýðu.Harafturat stendur í frágreiðingini, at okkurt av starvsfólkunum hevur fingist við matvørur, ímeðan viðkomandi hevur verið sjúkur.
Hildið verður, at tað er køkshjálpin, sum hevði spýggisjúku, ið smittaði gestirnar.
Matvørueftirlitið finst at, at matstovan ikki sóttreinsaði allan køkin, tá tey fingu at vita, at køkshjálpin var sjúk. Harafturat vísir matvørueftirlitið á, at kranavatnið, sum starvsfólkið brúkti at vaksa hendurnar við, var kalt.










