Bygnaðurin innan ferðafólkavirksemið umborð á Norrønu er í dag broyttur soleiðis, at arbeiðið verður smidligari, og fokus verður á tænastu heldur enn leiðslu og fyrisiting Beinleiðis sparingarnar eru 9 mió um árið, hetta er 37% av samlaða starvsfólkakostnaðinum. Umskipanin er ein liður í arbeiðinum at gera raksturin av Smyril Line burðardyggan.
Bygnaðarbroytingarnar umborð á Norrønu saman við nýggju ferðaætlanini gera, at í vetrarsiglingini verða um 30 færri størv á tænastudeildini. Umborð á Norrønu eru tvær manningar, og talan er sostatt um 61 starvsfólk, ið eru uppsøgd í morgun. 15 av hesum hava fingið boðið starv aftur 1. apríl, tá manningartalið aftur verður hækkað. Hesi verða eisini verandi umborð í desember. Hini uppsøgdu hava somuleiðis fingið tilboð um at søkja starv aftur 1. apríl, ella tá farið verður undir summarsiglingina 1. juni.
Á tænastudeildindi starvast í stóran mun útlendingar. Umleið helvtin av teimum uppsøgdu eru póllendingar, restin er skandinavar umframt tríggir føroyingar.
Smyri Line hevur boðið sær at hjálpa teimum uppsøgdu við at finna nýtt arbeiði.
Djúpi bygnaðurin umborð á Norrønu við tveimum stjórum innan tænastu, leiðarum fyri hvørt smáøki og supervisarum undir teimum hevur verið við at dýrka raksturin, uttan at tænastustigið er hækkað. Alt ov nógv orka er brúkt uppá leiðslu, og hetta verður nú broytt. Millum tey uppsøgdu eru teir báðir stjórarnir og allir leiðararnir fyri tey ymisku økini.
Í nýggja bygnaðinum er tænastuvirksemið býtt upp í fimm øki:
Matstovur og barrir
Køkar
Móttøka
Reingerð
Tollfrí søla
Tað sigur Smyril Line í tíðindaskrivi nú seinnapartin