Minni
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Klokkan 8.16 tann 6. august í 1945 skein ljósið so bjart sum ongantíð fyrr uppi yvir japanska býnum Hiroshima, og sekundini og minuttirnar aftaná doyðu fólk í túsundatali. Tann fyrsta kjarnorkubumban hevði staðið sína roynd sum krígsvápn.
Eingin veit við vissu, hvussu mong fólk doyðu í Hiroshima tann 6. august og mánaðarnar aftaná. Alment bleiv sagt, at bumban kravdi 80.000 mannalív, men tá árið var av, høvdu umleið 140.000 latið lív av sjálvari bumbuni og teimum avleiðingum, sum hon hevði við sær. Tað var næstan helm-ingurin av øllum fólkinum í býnum.
Tríggjar dagar, tann 9. august, seinni sleptu amerikanararnir enn einari kjarnorkubumbu. Hesaferð var japanski býurin Nagasaki álopsmálið. Almenna talið á deyðum var um 40.000, men sam-bært japonsku myndugleikunum var tað endaliga talið umleið tað tvífalda.
Tann 15. auigust kunngjørdi japanska stjórnin, at landið gavst við bardaganum ímóti teimum sameindu, og harvið var seinni heimsbardagi av.