Hann var føddur í Vági í 1878. Fimtan ára gamla fór hann á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv trý ár seinni. Síðani fór hann til Danmarkar á studentaskúla og síðani at lesa gudfrøði.
Afturkomin til Føroya starvaðist hann sum lærari í Havn, til hann í 1912 gjørdist prestur í Suðurstreymoy. Eftir at A. C. Evensen doyði í 1917, gjørdist Jákup Dahl í 1918 Føroya próstur ? og røkti starvið til sín deyðadag. Hann búði í prestagarðinum í Sandágerði. Jákup Dahl er kendur fyri sítt virksemi málinum at frama, bæði sum skald og lærubókahøvindur ? og ikki at gloyma sum bíbliutekstatýðari. Jákup Dahl hevur yrkt og týtt ein hóp av sálmum í Sálmabókini.