TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein á FM1 aftaná Eyðun hevði sæð sínar menn vinna ein góðan 4-2 sigur á AB á útivølli.
Sigurin merkir, at Skála tryggjar sær 6. plássið, og er "Best of the Rest" sum tikið verður til.
Nú skal Skála ota seg eitt sindur longur upp eftir stigatalvuni. Eyðun Klakstein heldur, at liðið kundi fingið væl meira stig í ár, og hann hevur tikið við avbjóðingini frá spælarunum um at gera tað enn betur komandi ár.
Vandi er fyri, at Brian Jacobsen fer aðrastaðni, men Eyðun Klakstein lovar, at góðir spælarar fara at fylla tómrúmið fyri teir sum fara.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel.