6-mannafør kvinnur: Sølmundur var suverenur

Kvinnumanningin umborð á 6-mannafarinum Sølmundi vann við trimum bátslongdum

Sølmundur hevði fyri seinasta kappróðurin í dag tryggjað sær FM, og Sølmundur var suverenur í ólavsøkuróðrinum.

Sølmundur legði best fyri, og teir góðar 900 metrarnar inn móti málinum økti Sølmundur um leiðsluna. Sølmundur var tríggjar bátslongdir fremstur, tá ið báturin kom á mál. Hetta var størsti sigurin hjá teimum í ár.

Fortuna, sum vann ein róður í ár, varð nummar 2, og Smyril varð nummar 3.

6-mannafør kvinnur – støðan FM 2019
1. Sølmundur 48 stig
2. Fortuna 40 stig
3. Smyril 38 stig