6. mai 2010 ein søguligur dagur fyri Vágoynna

Ikki minst fyri teir báðar Lars Larsen og Hugo Fjørðoy, sum vóru áratíggjur frammanfyri teir, sum nú skýra Vága Floghavn at vera eina katastrofu fyri framhaldandi menning av føroyska samfelagnum.

Sjálvsagt er tað slutur og vrøvl, tí einki tiltak, tað veri seg alment ella privat, í Føroya søgu hevur nakrantíð givið okkara samfelag eitt so stórt búskaparligt og mentunarligt framstig, sum tað framskygni og og áræði, sum teir báðir sørvingarnir av sínum eintingun løgdu til brots við í einum lítlun skúri vesturi á flogvøllinum fyrst í trýssunum.
Haldor Hansen, fyrrverandi løgtingsumboð fyri Vágarnar, sum ikki er ímillum okkum meira, var ein sera skemtingarsamur maður og hartil hittinorðaður. Hann skal einaferð hava sagt, at um tað var gjørligt at rulla verandi flogvøll saman, so hevði flogvøllurin langt síðani verið fluttur til Havnar.
Tíbetur var tað ikki gjørligt, hinvegin so var alt gjørt, sum gerast kundi, at gera flogvøllin so ónýtiligan sum gjørligt, millum annað við at skræða el-kaðalar upp, og øll ljós, ið vóru niðurfeld í vøllin, gjørdust óvirkin.
At seta Glyvursnes upp sum undrið, har flogfør við fleiri hundrað ferðandi kunnu lenda, er og verður ein eins stór hvørvisjón, sum at Glyvursnes skal verða bjargingin fyri útflutningi av fiski. Óansæð hvørji argumentir verða brúkt, so er fólkatalið í Føroyum sera sera avmarkað og ov lítið til stór ferðamannaflogfør og onnur stór flogfør, tey hava fyri neyðini, um farmur skal flytast báðar vegir loftvegis. Tað er neyðugt í dag at gera bindandi avtalur við keyparar um regluligar leveransur av fiski, og tað er ógjørligt at gera við støði í einum sera óregluligum fiskiskapi við tíðarskeiðum, har lítið og einki kemur uppá land.
Hinvegin er einki til hindurs fyri útflutningi av millum annað fiskavørum, um áhugi er fyri tí, nú tá flogvøllurin verður longdur til 1800 metrar.
Tað er gleðiligt, at tey mongu sum starvast og annars hava tilknýtið til flogvøllin, nú hava tryggari karmar at liva undir, eins og øll orrustan um ein annan flogvøll er skotin langt fram í tíðina.
Meini at eg havi havt tað á skrift fyrr, hvønn ómetaligan týdning flogvøllurin hevur havt fyri tað føroyska samfelagið hesa sløku hálvu øld, reglulig loftferðsla hevur verið við meginlandið. Sjálvur eri eg ikki í iva um, at vóru tað ikki hesar báðu fyrrnevndu eldsálir úr Sørvági, sum av sínum eintingum gjørdu millunlandaflúgvingina til veruleika, hóast ikki so fáir fótonglar vórðu lagdir fyri teir, ja so var í ringasta føri als eingin flogvøllur komin í dag.
Hvussu hevði okkara samfelag sæð út? Hvussu hevði okkara høvuðsvinna bæði á sjógvi og landið klára at liva vi at skula bíða eina ella tvær vikur eftir eykalutum? Og hvat við øllum okkara siglandi fólki, har flogvøllurin hevur verið ein heilt avgerðandi liður í teirri stremban eftir at vinna sær pening? Hvussu nógvir av teimun høvdu ikki verið noyddir av landinum við teirra familjum upp í gjøgnum tríssini, hálvfjerssini og fram til dagin í dag, um flogvøllurin ikki hevði verið tøkur? Eg spyrji bara.
Taka vit so allar teir sjúklingar, ið hava havt gagn av loftvegis sambandinum, tá tað mangan hevur staðið um lív. Og øll tey húski, ið hava kunnað vitja hvønn annan. Ja ein kundi hildið áfram við dømum um, hvønn ómetaligan týdning, flogvøllurin hevur havt fyri alt tað føroyska samfelagið.
At so okkara vakra oyggj hevur verið miðdepulin í millumlandaflúgvingini, har ferðafólkini á túrinum til Tórshavn hava kunna tikið tí vøkru nattúruna, vit hava her vesturi, til sín, ja tað er bara at gleðast um.
Leiðsla og starvsfólk í Vága Floghavn eins og leiðsla og starvsfólk í Atlantsflog eiga stóran heiður fyri, at okkarara flogfelag er komið so langt áleiðis, at tað eisini úti í heimi megnar at taka so at siga allar uppgávur á seg.
Kann ikki lata verða við at greiða frá eini viðmerking, ið ein av flogskiparnum hjá Maersk hevði beint aftaná, at Atlantic Airways var byrja at flúgva. Eg kendi allar flogskipararnar sera væl, og tað, sum hann segði, vóru hesi orð: 
”Jeg giver Atlantic seks måneder, så er det slut, fordi intet flyselskab kan operere funktionelt med kun en maskine”.
Hetta var ikki sagt niðursetandi upp á nakran máta, men upp á ein vinarligan máta og sum ein konstatering av tí veruleika, sum hann kendi til innan flúgving.
Tað má tí eisini verða ein stór viðurkenning av teimum, sum hava umsitið tað eina flogfarið frá 1988 til 2000. Og sama flogfar hevur egnað seg sera væl til flúgving upp á Føroyar. Tað eru nógvar doktararitgerðir gjørdar seinastu árini bæði innan búskap, innan fiskivinnu o.m.a. Sjálvur haldið eg, at tað hevði verið sera áhugavert, um onkur kandidatur fór undir at útgreina, hvørja ávirkan millunlandaflúgvingin hevur havt fyri tað føroyska samfelagið seinastu hálvu øldina.
Hon hevur ikki verið nøkur katastrofa, og ei heldur verður tað nøkur katastrofa, um flogvøllurin verður verandi í Vágum. Kann vera, at nógv av teimun, sum hava stríðst mest ímóti Vága Floghavn, ikki høvdu havt tann status í dag, um  ikki sørvingar av sínum eintingum løgdu lunnar undir millulandaflúgving, og orsakað av hesum flutti tað føroyska samfelagið seg áratíggjur fram bæði búskaparliga og mentanarliga.
Sjálvsagt gleðast vit øll her vesturi um, at leingingin av flogvøllinum nú er veruleiki, hóast ágangurin hevur verið øgiligur.
Men enn einaferð mega vit ikki gloyma at verða takksom fyri, at Lars Larsen og Hugo Fjørðoy gjørdu tað bragdið fyrst í trýssunum, sum seinni skuldi vísa  seg at gerast nógv tað størsta arbeiðsplássið í Vágum.
Og at Jóannes Eedesgaard tók sakina í egnar hendur, aftaná at Fólkaflokkurin hevði súltað útbyggingina av Vága Floghavn so leingi, teir sótu við samferðslumálum.
Til seinast skal eg takka Jóhan Dahl fyri hansara greiðu støðu í hesum máli, har hann vísti tað format, ið krevst av einum landsstýrismanni, tá ein avgerð skuldi takast.