574 nýggir smittutilburðir í Noregi

Í løtuni liggja 299 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19.

 

Seinasta samdøgur hevur Noreg skrásett 574 nýggjar tilburðir við covid-19. Tað er 118 færri enn samdøgnið fyri og 107 færri enn sama dag í síðstu viku.

Um midnáttarleitið í gjár hevði Noreg skrásett tilsamans 98.676 tilburðir, síðan farsóttin tók seg upp fyri góðum ári síðan.

Seinastu sjey dagarnar eru tilsamans 5.526 nýggir tilburðir skrásettir í landinum, og higartil hevur Noreg gjørt 4,6 miljónir koronu-royndir.

Higartil hava 699.089 fólk í Noregi fingið fyrru koppseting, og 283.835 hava fingið bæði fyrstu og aðru. Í dag liggja 299 fólk á sjúkrahúsi við koronu í Noregi.

Noreg hevur higartil mist 673 fólk, sum antin eru deyð av koronu ella við koronu. 60 prosent av teimum deyðu vóru 80 ár og eldri.

Níggju fólk eru deyð, sum vóru yngri enn 50 ár.