57 metrar um sekundið

Vindurin hevur verið øgiligur, men er minkaður aftur. Landsverk hevur mált omanfyri 57 sekundmetrar í Streymoy, Sandoy og Suðuroy Løgreglan hevur fingið 40 fráboðanir um skaðar kring landið, men ikki nakrar heilt stórar, upplýsir vakthavandi á Politistøðini í Havn, Rani Wardum.

- Talan er í nógvum førum um takplátur og veggjaklædningar. Skaðararnir eru hendir um alt landið. Líka úr Klaksvík suður til Porkeris, sigur hann.

Í Kollafirði er busskýlið við frákoyringina til Signabø skrætt upp við øllum fundamentinum. Eisini er rivið av onkrum tekjum í bygdini. Á Skálafjørðinum hevur verið sera nógvur vindur, og skaðar eru hendir bæði í Runavík og á Toftum. Í Havn eru rútar blástir út, og flaggstengurnar hjá Balslev í Hoyvík máttu lúta fyri vindinum.

Við fótbóltsøkið á Argjum er ein 8,7 tons tungur lastbilur fokin oman av vegnum. Eitt gamalt hús í Hvalvík, har ongin býr, og sum nærmast stóð til at detta, er farið í vindinum.

Í Kaldbaksbotni eru rútar brotnaðir í parkeraðum bilum.

Ymiskt er, nær vindurin hevur verið harðastur í teimum ymsu økjunum. Onkustaðni var tað longu um sekstíðina, og summastaðni millum klokkan 21 og 22. Ættin er nú farin meir upp í vestan, og vindurin er minkaður munandi.

Landsverk hevur fyrr í kvøld mált heilt upp í 57 metrar um sekundið í Stremoy, Sandoy og Suðuroy.