56 feløg send í Skiftirættin

Tá endaliga freistin at lata inn roknskapir hjá feløgum til Skráseting Føroya var úti á midnátt, vóru 56 feløg, sum ikki høvdu latið inn roknskapin. Tey verða nú send í Skiftirættin til avtøku.

Tá endaliga freistin at lata inn roknskapir hjá feløgum til Skráseting Føroya var úti á midnátt, vóru 56 feløg, sum ikki høvdu latið inn roknskapin. Tey verða nú send í Skiftirættin til avtøku.

 

Av Skrásting Føroya verður sagt, at tey sita og gera endaliga listan við feløgum, sum verður sendur Skiftirættinum í dag.

 

Tá In.fo seinnapartin í gjár spurdi, mangaðu 85 feløg at lata inn roknskapin, so fleiri hava hava verið í síðstu løtu. Um onkur hevur latið roknskapin inn eftir midnátt, verður felagið kortini sent skiftirættinum til avtøku.

 

Feløg, sum eru send í skiftirættin, kunnu takast uppaftur. Tað skal gerast innan tríggjar mánaðir. Men tað krevur, at roknskapurin verður latin inn, og at at gjald upp á 5.000 krónur verður goldið.

 

Í mun til í fjør, so eru tað átta feløg fleiri, sum hesaferð verða borin skiftirættinum hesaferð:

 

2013   48 feløg

2012   74 feløg

2011   87 feløg

2010   90 feløg

2009   120 feløg

2008   61 feløg

2007   39 feløg

2006   63 feløg

2005   55 feløg

2004   44 feløg

2003   38 feløg

2002   36 feløg

2001   28 feløg

2000   28 feløg

 

Av Skráseting Føroya siga tey, at feløg eisini verða send Skiftirættinum aðrar tíðir á árinum. Tað veldst um, hvussu roknskaparárið hjá feløgunum er. Tey, ið nú verða send, eru tey sum hava roknskaparárið sum álmanakkaárið. Tey meta, at talið á feløgum, sum verða borin skiftirættinum aðrar tíðir á árinum liggur um 20.