55.000 í 2020!

Teitur Vágadal, skuffað valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum
----------

Mong eru tey, sum hava gjørt gjøldur úr visjónini hjá Tjóðveldi(sflokkinum), undan valið. Sagt er, at føroyingar máttu fara til verka........, í sovikamarinum.

Føroyar uttan visjónir!
Lætt er at flenna eftir Tjóveldi(sflokkinuum) og teirra ”øru” hugskotum og ”órealistisku visjónum”.
Men, 55.000 í 2020, er tað so langt frá veruleikanum? Vit tosa um eitt tíðarskeið upp á 8 ár. Í núverandi støðu eru tað jú 48.000 íbúgvar í Føroyum. T.v.s.at vit skulu hava ein vøkstur uppá 7000 fólk, ella gott 900 um árið. Er tað óveruligt? Hevur nakar okkara, sum hevur flent eftir lista E, veruliga rokna upp á tað? Hava vit yvirhøvur ómakað okkum at koma við sakligum og fakligum mótargumentum?

Føroyar uttan kjak og visjónir!
Visjónin hjá Tjóðveldi(sflokkinum) er gott dømið um tann visjónsleysa føroyingin, sum bert megnar at síggja fram eitt ár. Hvussu verður veturin, várið, summarið og heystið? At ætla framtíðina er ikki íborið føroyinginum, tí at árstíðirnar ráða og árini eru ymisk. Vit snøgt sagt megna ikki at fyrihalda okkum til visjónina hjá Tjóðveldisflokkinum.
Hvat gera vit so meðni? Vit flenna at, niðurgera, spilla út, ella finna onkran gamlan syndara í familjuni, ella onkra býtta gerð fyri árum síðani. Hví skulu vit, yvirhøvur lurta eftir onkrum, sum hevur dummað seg?
Kanska, sum mótsvar, kunnu vit spyrja, einaferð royndu vit jú øll at læra at binda lissur? Ella tann sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin?
Tí at Tjóðveldisflokkurin er so í minsta lagi komin við onkrum!

Á rættari kós?
Hvat sigur so útlagda framtíðin hjá samgonguni fram til 2016? Tað mugu guðarnir vita?!
Tær 86 síðurnar, sum fylgja við játtarnarkarmunum, eru alt gomul projekt, sum frammanundan eru útsett í áravís, og annars sparingar. Sparingar meg her, sparingar meg der! Lætt er at spara, men hvat er endamálið?
Er tað yvirhøvur neyðugt ella yvirhøvur forsvarligt at spara? Er tann sokallaði rentudeyðin so nær? Nær er hann ein verulig hóttan?
T. d. kann nevnast útbúgvingarstuðul. Ein stuðul, sum umfatar 3300 fólk í Føroyalandi.
Framtíðin, sum skal náa vitanarsamfelagum.
Ið skal menna tað føroyska samfelagið og vaksa um BruttoTjóðarÚrtøkuna (BTÚ).
Hvat sigur samgongan? 7 linjur í einum skjalið á 86 síður, staðfestir: Sparast skal!.

Er sparing visjón?
Sjálvandi er sparing ikki ein visjón. Sparing er miseyðnað leiðsla, sum bert hugsar um rakstur. Politikkur er ikki rakstur! Politkkur skal vera visjónir!
Hugsjónir, sum hjálpa trupulleikar samfelagasins.
Skjalið ”Á rættari kós” er enn eitt prógv um okkara visjónsleys fólkavaldu flokkar, sum ikki megna at hugsa fram um sína egnu pensjón ella árliga ferðastuðul!
Einki nýtt projekt! Alt gamalt!
Eingin nýggj visjón!
Eingin greið ábendin um samfelagið skal vera borgarligt ella solidariskt!
Bert sparingar!
Bert rakstur!


Visjónsleysir Sjálvstýrismenn!
Mínir egnu floksmenn, Kári P. Højgaard og Jógvan Skorheim hava prógvað síni manglandu visjónir.
At Sjálvstýrisflokkurin, sum minsti flokkur, megnaði at pressa nøkur mál ígjøgnum við áhaldni, hevur givið seg yvir til visjónsleys sparingarátøk, eru sera tungt at bera. Og tað bert fyri avgreiðsluvald.
Sjálvstýrisflokkurin megnaði at venda prátinum til útbúgving, og vóru lyftini mong frá øllum síðum. Men at síggja hesar ryggleysu, afturatfinnandi menn, er syrgiligt.
Farnir í somu fellu, sum flestu samgongufólk gera. Samgongan veit best, samgongan bestemmar, .......náh!!
Vóru teir menn, spýgu teir kamelarnar upp aftur og fylgdust við Jenis og Bill til hurðina!
Útbúgving er fullkomiliga gloymd, fólkaminking á 75 um árið er totalt órelevant, vit hækka bara pensjónsaldurin! Hvar er visjónin, hvar er politikkurin? Er fólkaminking ikki ein samfelagsvandi?
Mín áheitan á flokkarnar í Løgtinginum er bert henda eina:
Fáið tykkum eina visjón. Rakstur er ikki ein visjón! Rakstur er rakstur. Tað hava vit embætisfólk til. Hvussu vit skipa samfelagið, er uppgáva flokkana. Men tað eru tað tíanverri eingin sum megna; .......í løtuni.