Hóast Kvinnuhúsið hevur verið til í 25 ár, og gjøgnum sítt virksemi upplýst um harðskap í parløgum, so tykist tørvurin á húsinum at vera eins relevantur í dag sum nakrantíð áður. Á aðalfundinum hjá felagsskapinum í gjár, varð nevniliga upplýst, at 548 áheitanir komu til Kvinnuhúsið í 2015, umframt at trettan kvinnur og seks børn gistu á Kreppumiðstøðini.
Tølini líkjast harvið tølunum frá 2014, tá Kvinnuhúsið fekk 539 fráboðanir, meðan seytjan kvinnur og tólv børn gistu á Kreppumiðstøðini.
Kvinnuhúsið er eitt stað, har kvinnur kvinnur kunnu venda sær til við ymiskum trupulleikum, og fáa ráðgeving og vegleiðing frá fakfólkum. Harumframt er møguligt hjá kvinnum, saman við teirra børnum, at gista á miðstøðini so leingi tørvur er á tí.
Trý starvsfólk, tilsamans 2 ársverk, starvast í Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini. Haraftrat eru tað 35 kvinnur, ið arbeiða sjálvboðið í vaktarskipanini. Tær gera tað møguligt hjá kvinnum, útsettar fyri harðskapi, at ringja og/ella flyta inn á Kreppumiðstøðina alt samdøgrið.
Í nevndini í felagnum sita Ragnhild Olsen, forkvinna, Anette Luid, næstforkvinna, Oddbjørg Christiansen, kassarøkil, Poula Patursson og Randi Olsen. Í nevndini í Kvinnuhúsgrunninum sita Beinta Hilduberg, forkvinna, og Winny í Pætursastovu umboðandi Kvinnuhúsfelagið, og Poula Árnadóttir Lervig umboðandi Kvinnusamskipan Føroya.
Sambart heildarætlanini “Harðskapur í parlagi og nærsambondum” fær Kvinnuhúsið peningaliga játtan til ávíkavíst sálarfrøðing, neyðsynjarvørur og tulking.