Harða illveðrið, sum herjar í norðuratlantshavi í hesum døgum, hevur darvað siglingina hjá Norrönu heilt nógv hesar dagarnar.
Túrurin av Havnini til Hirtshals tók heilar 52 tímar í staðin fyri teir vanligu 36, tí avgjørt var at leggja seg at kroka undir Hetlandi.
Og nú er sama skilið á heimferðini. Norrøna fór úr Hirtshals sunnukvøldið klokkan 19 og verður ikki á Havnini fyrr enn klokkan 23 í kvøld, so talan er aftur um ein 52 tímar langan túr.
Av Smyril Line verður í dag sagt, at veðrið er gott nú, so at túrurin heim í dag verður góður.










