Bara fimm fólk sluppu við lívinum úr brennandi bussinum.
– 55 ferðafólk og tveir bussførarar vóru í bussinum. Fimm teirra fingu læknaliga hjálp. Øll hini doyðu, sigur ráðið sambært AFT.
Tey deyðu eru úr grannalandinum Usbekistan.
Ógreitt er, hvussu eldur kom í bussin. Tað hendi í morgun klokkan 4:30 okkara tíð í landnyrðingspartinum Aktau.
Bussurin koyrdi á einum veg millum russiska býin Samara og Shymkent, sum er í landnyrðsingspartinum í Kasakhstan, nærindis markinum til Usbekistan.
Tað framgongur ikki, hvønn veg bussurin koyrdi, men vegurin verður ofta nýttur til at koyra usbekisk arbeiðsfólk til Russlands, har tey arbeiða í byggivinnuni.
/ritzau/Reuters