52 bilar í samanstoyti

Fýra fólk doyðu, og 35 onnur fingu skaða, tá 52 bilar endaðu í einum harmonikusamanstoyti á einum motorvegi har norðuri í Týsklandi í gjárkvøldið.

Teir týsku fjølmiðlarnir siga, at staðið, har vanlukkan hendi, líkist mest einum staði, har gamlir bilar verða beindir burtur. Fleiri fólk sótu føst í bilunum og máttu bíða, til bjargingarfólk kundu skera bilarnar sundur og hjálpa teimum út.

Týska løgreglan sigur, at tað var mjørki og ringt sýni, tá vanlukkan hendi, men sjálva orsøkina veit løgreglan ikki enn.

Tað hava verið fleiri slíkir harmonikusamanstoytir á teimum týsku motorvegunum teir seinastu mánaðirnar. Eitt nú var ein við 14 bilum í Bayern í oktober, ein var við Hessen í september við 36 bilum, og í apríl doyðu átta fólk, tá 80 bilar endaðu í einum hurlivasa í illveðri sunnan fyri Rostock.