500 fólk kannaðu seg í Vágum

Vága kommuna meinar, at tørvurin er stórur á kanningarstøð í Vágum

Umleið 500 fólk tóku av møguleikanum at lata seg kanna í Vágum í morgun. Tað er umleið 15 prosent øllum borgarunum í oynni.

 

Hetta vísír, at tørvurin er stórur á eini kanningarsstøð í Vágum, siga tey úr Vága kommunu.

 

Kanningarstøðin í Vágum í mun til seinast, varð flutt oman í hølini hjá sløkkiliðnum, og harvið bar til at kanna ímeðan fólk sótu í bilinum, og hetta lætti væl um kanningararbeiðið.

 

– Eina tøkk til Sløkkiliðið og Áslu Leilu Johansen fyri hjálp, at fyrireika hetta vegna kommununa, sigur Vága kommuna.

 

– Vága kommuna ynskir senda eina hjartans tøkk til Sjúkrahúsverkið og starvsfólk teirra fyri at koma vestur í dag, sigur kommunan.

 

– Kommunan ynskir somuleiðis at takka teimum fólkunum sum standa í fremstu røð, í arbeiðnum at basa hesari farsóttini og fáa samfelagið aftur á beint.