Tað vóru nógvir fótbóltsdspælarar úr so at siga øllum landinum í Klaksvík í gjár og í fyrradagin.
Ørindini vóru at luttaka í Bylgju Cup 2019. Frá 5-6 ára gomlum dreingjum og fram til vaksnar varð kappast í níggju aldursbólkum. Tilsaman luttóku 95 lið, og tað vóru umleið 500 spælarar, ið vóru við til at manna øll hesi liðini.
Lagt varð fyri sunnudagin klokkan 12.30, og tá varð hildið á inntil klokkan 22. So varð lagt til brots aftur gjáramorgunin klokkan 9.30, og punktum varð sett í gjárkvøldið klokkan 22.30, tá ið kappingin millum teir vaksnu var av.
-Tað er avgerandi, at bólturin í hvørjum einasta dysti fer á rull ásettu klokkutíðina. Um talan er um seinkingar, ber tað ørkymlan við sær millum spælarar og viðhaldsfólk. Aftur í ár gekk tað sum eftir ánni, og lagið var gott millum spælarar, foreldur, ommur og abbar og øll hini, sum vóru í høllini, sigur Karsten Hansen, sum er ein av fyrireikarunum.
Í kappingini millum teir vaksnu var ásett, at í mesta lagi tveir leikarar úr Betrideildini/1. deild í 2019 skuldu vera á vøllinum samstundis.
19 lið vóru við í hesi kappingini, og teir, sum vunnu, nevndu seg 1983. Hetta sipaði til, at allir fýra spælararnir vórðu føddir í 1983 og nú eru 36 ára gamlir.
Spælararnir eru Atli Danielsen, Kristian á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Símun Joensen.
Teir vóru liðfelagar í KÍ øll barna- og unglingaárini og eisini ofta á besta KÍ liðnum. Seinni vann Hjalgrím Elttør FM við NSÍ (2007) og Atli Danielsen og Símun Joensen við B36 (2011). Símun var eisini á FM liðnum hjá B36 í 2014.
Í gjárkvøldið sást í Klaksvík, at teir framvegis hava tak á bóltinum og duga væl at spæla saman.
Á facebookvanganum Bláa bylgjan eru nógvir myndir frá kappingini í gjár og í fyrradagin.