Vinnumenning
Nú er sannleikans tími farin at nærkast fyri Suðuroy.
Tí nú er dagurin farin at nærkast, á ið vit endaliga fáa at vita um nakað spyrst burturúr ætlanini at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy.
Men tað skal rættiliga fitt av pengum á borðið, og tað liggur í kortunum, at tað er neyðugt frammundan at fáa eina avtalu í lag, har teir ymsu partarnir binda seg til at fremja tað í verki, sum menningarætlaninin kemur til.
Tað hevur verið nevnt, at tað fer at kosta einar 50 milliónir krónur at menna eina vinnuliga ætlan fyri Suðuroy.
Fyri stuttum var fundur um borð á Smyrli, har kommunurnar í Suðuroy, landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard umboð fyri Granskingardepilin fyri økimsmenning og serfrøðingar hittust at tosa um ætlanina.
Har varð uppleggið, at landið og kommunurnar skuldu skuldu býta tær 50 milliónirnar ímillum sín, so at landið betalti umleið helvtina og kommunurnar í Suðuroy umleið helvtina.
Eftir upplegginum skal peningurin rindast yvir eitt fýra ára tíðarskeið.
Landið betala bróðurpartin
Men á fundinum umborð á Smyrli fyri stuttum gjørdi kommunurnar greitt, at eitt slíkt býti letur seg ikki gera, tí summar kommunur eru so illa fyri, at tað hava tær ikki ráð til, upplýsti Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fyri býráðnum á seinasta fundi.
- Boðini, sum Jacob Vestergaard fekk við sær norður aftur til landsstýrið, var, at kommunurnar í Suðuroy kunnu í mesta lagi klára at leggja 10 milliónir í eina slíka ætlan, segði hann.
Skal nakað spyrjast burturúr ætlanini, má landsstýrið sjálvt fíggja hinar 40 milliónirnar.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann ikki umrøtt málið í samgonguni.
Men í Innlendismálaráðnum eru tey nú í ferð við at skriva eitt upprit um málið at leggja fyri landsstýrið til viðgerðar og støðutakan.
Sjálvur metir landsstýrismaðurin, at kommunurnar í Suðuroy kunnu ikki megna tað stóra, tí tær eru so illa fyri.
Hinvegin heldur hann, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at ein menningarætlan fyri Suðuroy er kjølfest í Suðuroynni sjálvari og at kreftir í Suðuroy eisini binda til at vera ein part av ætlanini og eru við.
Sjálvur heldur hann, at tað er áhugavert at gera okkurt slag av grunni til vinnumenning til Suðuroy, so er hetta ein møguligur leistur.
-Eg haldi avgjørt at hetta er vert eina roynd og tí fari eg at royna at fáa undirtøku fyri at fremja ætlanina, sigur Jacob Vestergaard.
Tað, sum ætlanin er við hesum, er at biðja búskaparfrøðingin Magna Laksáfoss og samfelagsfrøðingin, Jógvan Mørkøre um at standa fyri arbeiðnum at gera eina slíka menningarætlan fyri Suðuroy.
Men at kalla hetta eina menningarætlan, er kanska ikki heilt rætt, tí tað, sum ætlanin er at gera, er ein vakstraravtala fyri Suðuroynna, har allir partar gera eina bindandi avtalu um, hvussu oyggin skal mennast.











