Tað er sera stórur áhugi fyri krúnprinsaparinum. Í gjárkvøldið var kunningarfundur um kongaligu vitjanina, har miðlarnir vórðu bidnir millum annað um at skriva seg upp til teir partar av skránni hjá krúnprinsaparinum, sum tey ynsktu at luttaka í.
Yvir 50 miðlafólk eru á ferð við teimum kongaligu. Ein lítil partur – 10 ella har áleið – eru føroyingar, meðan fleiri danskir miðlar eru.
Men tað er ikki bara danir og føroyingar, sum hava áhugað fyri kongaligu vitjanina. Eisini miðlar uttanfyri kongaríkið eru við á kongaligu vitjanini.
Serstakliga var áhugi í at fylgja krúnprinsessuni, vísti tað seg, tá ið miðlarnir í gjár skuldu skriva seg upp til kongaliga vitjan.
In.fo fylgir eisini teimum kongaligu. Her á síðuni kanst tú lesa um ferðina, og síggja myndir í hópatali komandi dagarnar.