Bogi Andreasen, Limur í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs
----
Bygginevndin fyri 50 metra hylin í Tórshavnar Kommunu fer nú at útvega byggiskrá og skitsuuppskot. Tað hevur týdning at fáa gongd á verkætlanina skjótast gjørligt
Fyrsta uppgávan hjá okkum í bygginevndini, sum er sett at fyrireika nýggja svimjihøll við 50 metra hyli, er at útvega byggiskrá og skitsuuppskot til eina høll, sum lýkur altjóða krøv.
Ov lítið vatn er í gomlu svimjihøllini í Gundadali til tey nógvu vitjandi og ítróttasvimjararnar, so her eigur at verða borið skjótt at. Vit kunnu ikki halda fram at kroysta okkara kappsvimjarar inn í eina ov lítla svimjihøll ella av landinum at venja.
Nýggja høllin verður mennandi fyri ítróttasvimjingina her á landi, og hendan ítróttagreinin hevur skjótast gjørligt uppiborið bestu karmar at virka innanfyri. Vit eiga longu nógvar framúr góðar og stinnar svimjarar, og tó at tað er í seinna lagi at geva teimum góðar umstøður, so standa yngri ættarlið klár at brúka nýggju høllina. Tað er mær ein stór gleði at verða við til at bera hesa verkætlanina á mál – svimjingini og føroysku fólkaheilsuni at gagni.
Góða gamla svimjihøllin í Gundadali hevur tænt okkum væl, og henda reina og snotiliga høllin fer framhaldandi at verða eitt fjálgt stað at vitja. Nýggja høllin við 50 metra hylinum er eitt stig víðari á leiðini, har svimjingini kann fara fram á einum hægri ítróttarligum stigi. Sjálvandi eigur ein høvuðsstaður at kunna bjóða sínum borgarum og sínum gestum hesar báðar møguleikar innan svimjing.