50 metra hylur byggjast í Vági

verður í gongd.

Hetta veit Suðurrás at siga í dag, og vísir annars til heimasíðuna www.svimjiholin.com

At vágbingurin Pál Joensen hevur fingið framúr úrslit í altjóða kappingum setti gongd á prát um høll, ið fekk hita frá verkinum hjá SEV á Oyrunum í Vági.

Sagt verður á Suðurrás, at talan verður um sonevnda ?grøna? høll: Umframt orkusparandi partin í høllini verður eisini dentur lagdur á, at vatnið í hylinum kemur at innihalda so lítið klor sum tilber. Vanligt er, at vatnið í svimjihylum og tískil eisini luftin í svimjihøllum inniheldur klor, sum nógv fólk hava ampa av. Vatnið í svimjihylinum á Oyrunum í Vági verður reinsað við serligum vatnreinsianleggi, sum ger, at klorið í svimihylinum kann minkast við upp til 80 prosentum. Hetta ger, at tað verður bæði betri og sunnari fyri fólk at svimja, og ikki minst meiri umhvørvisvinarligt.

Ráðgeving vm.

Í samband við fyrireiking av verkætlanini, tekningum og allari tilgongdini til byggingina av 50 m. svimjihyli á Oyrunum í Vági, hava hesir ráðgevar verið inni í myndini.

 

Tekningar vm.

Andrias Jacobsen, byggiteknikkari

Kontrast, byggilist og byggifrøði

Tom Silvurdal, verkfrøðingur

Hiti og vatnteknikkur

Martin E. Leo

SEV

Aðrir ráðgevar

Vágs Timburhandil

INNTAKT

Arni Carlsen

 

Verkætlanarbólkurin

Í verkætlanarbólkinum sita:

Jón Bjarnason

Dennis Holm

John Henrik Holm

Andrias Jacobsen

Heri Mortensen