Ein grind varð fyri løtu síðani funnin uttan fyri Morskranes, og roynt verður at halda hana til í Hvalvík.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at grindin er í løtuni beint norðan fyri landsfjósið.
Ilt er at meta um, hvussu nógvir hvalir talan er um, men onkur vildi skjóta á millum 50 og 100.
– Tað er ringt at meta um, tí at hon er eitt sindur spjadd, sigur Finnbogi Midjord.
Fleiri bátar eru komnir til grindina, og um alt gongur væl, verður grindin hildin til um ein tíma ella tveir, sigur Finnbogi Midjord.