Landstýrismaðurin í mentanarmálum var í sonnum gávuhýri, tá hann setti Prix Føroyar finaluna leygarkvøldið. Hann lovaði vinnarunum 50.000 krónur. Vit prenta røðu hansara niðanfyri:
Hetta er á triðja sinnið, at skipað verður fyri Prix Føroyar kappingini. Fyrstuferð var í 1995, síðani í 1997 og so í kvøld, í árinum 1999.
Støðið á tónleikinum er hækkað munandi í hesum tíðarskeiðið, og aldri hevur støðið verið so høgt, sum júst nú, siga tey, ið hava innlit í tónleikaverðina.
Væl hevur verið skipað fyri teimum Prix Føroyar kappingunum, ið hava verið, og vísandi til teir upplýsingar, vit hava fingið um kvøldið í kvøld, so er alt, ið nedir á, at hetta Føroya Prixið fer at skara framúr.
Útlendskir gestir eru eisini komnir higar í kvøld. Gestir, ið kanska verða teir, ið fara at gera sítt til, at okkara tónleikur fer út um landoddarnar út í onnur lond, ið aftur hevði stimbrað og stuðlað føroyskt tónleikalív sum helst eisini fer at kasta av sær fíggjarliga, ið aftur ber í sær, at ungir tónleikarar í Føroyum kundu arbeitt á hesum øki burturav.
Sum landstýrismaður í mentanarmálum, havi eg saman við Mentanardeildini tikið ta avgerð at stuðla Prix Føroyar við einum gávukorti á 50.000 krónur, sakmstundis sum vit vísa tykkum ungu, ið fáast við tónleik, at vit virðismeta ta arbeiðið, tit gera.
Við hesum fáu orðunum er Prix Føroyar stevnan fyri 1999 sett. Góða eydnu.










