5 hundar og 10 kettur leita eftir heimi

Djóraverndarfelagið hevur í løtuni nógv djór, sum leita eftir einum heimi.

 

Í dag upplýsir felagið, at talan er um fimm hundar og tíggju kettur, sum í løtuni eru heimleys og tí í ansing hjá Djóraverndarfelagnum.

 

Á myndunum her síggjast hesar kettur:

 

Atkins og Higens eru kettlingar tiknir upp í Havn, funnir í einari papp eskju. Teir eru í løtuni í ansing hjá ansingarfamiljum.

 

Luna er ein kettlingur tikin upp í Havn. Eftir at hava leitað eftir eigaranum eina tíð, varð avgjørt at leita eftir nýggjum heimi til fitta kettling, Luna er í ansing hjá ansingarfamilju í Runavík

 

Rojo og Mutti eru partur av einari kettufamilju, ið varð eftir í Føroyum, tá ið eigarin flutti av landinum. Ketturnar leita nú eftir nýggjum heimi

 

Áhugaði kunnu leita sær á Facebooksíðuna hjá Djóraverndarfelagnum ella á dvf.fo, og soleiðis síggja fleiri djór.

 

www.facebook.com