5 fólk vórðu leygarkvøldið handtikin á Hotel Scandic í samband við milliónaránið fyri viku síðan. Løgreglan hevur fylgt fólkunum í nakrar dagar.
Danska løgreglan tók í gjárkvøldið 5 fólk á Hotel Scandic, sum liggur í miðdeplinum í Keypmannahavn. Handtøkan var væl løgd tilrættis, siga fólk, sum sóu handtøkuna. Talan er um handtøku av fólki, sum løgreglan heldur vóru við í ráninum seinasta sunnudag, tá ið 60 milliónir krónur vóru rændar frá Dansk Værdihåndtering í Ejby í Brøndby.
Tað var um 6-tíðina leygarkvøldið at løgreglan stormaði Hotel Scandic.
Fimm fólk vórðu handtikin á hotellinum. Fýra av teimum eru svenskir statsborgarar og ein er dani. Løgreglan vildi leygarkvøldið einki siga um málið.
Sambært Ekstra Bladet hava fólkini búð á Hotel Scandic í nakrar dagar, hvussu leingi verður einki sagt um.
Roknast kann við fleiri handtøkum í nátt ella í morgin.










