Nú skúlarnir byrja aftur í morgun, vita vit at siga, at í barnaskúlanum í Skopun fara 5 børn fyri fyrstu ferð í skúla. Í fjør gingu tilsamans 30 børn í skúlanum. Í barnaskúlanum í Skopun eru flokkarnir 1. upp til 5 flokk og síðani liggur leiðin heim í Sandoyar Meginskúla. Katrina Joensen er leiðari Skopunar Skúla, skrivar bkv.fo.