485.714 døgurðar

Vagnur Michelsen

Ikki er so langt síðani, at løgtingsformaðurin uttan at blunka segði í sjónvarpinum, at tíverri kostaði umvælingin av løgtingshúsinum og gamla telefonhúsinum 17 milliónir meira enn upprunaliga ætlað. Fyri henda meirkostna kanst tú keypa 485.714 døgurðar til tey gomlu, sum fáa mat frá Lágargarði. Ella rættari sagt, fyri hesa upphædd kunnu umrøddu 150 gomlu fólkini fingið ókeypis góðan døgurða frá Lágargarði hvønn dag í níggju ár.
Og so ætlar løgtingsformaðurin eisini at umvæla húsini í Hoyvík, har Føroya Fornminnissavn heldur til, fyri aðrar milliónir. Í Hoyvíkini skal vera løgmansbústaður og móttøkuhøli, sjálvt um hugnalig og vøkur móttøkuhøli eru á hvørjum tanga í Føroyum.
Hetta hongur bara ikki saman, harra løgtingsformaður.