Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í dag, at russiskar rakettir hava rakt ein ein matvøruhandil og eina kafé í Kupiansk-økinum í Kharkiv-regiónini.
Sambært ukrainska miðlinum, Ukrinform, er staðfest, at 48 fólk hava latið lív í álopinum, og miðilin rópar russiska álopið eina yvirgangsatsókn.
- Mínir tankar eru hjá teimum, sum hava mist familju og vinir. Hjálp verður veitt teimum løstaðu, sigur ukrainski forsetin.
Forsetin leggur dent á, at russiskur yvirgangur skal steðgast, og hann vísir á, at øll, sum hjálpa Russlandi við at fara uttan um revsitiltøkini, eru kriminell.
- Øll, sum stuðla Russlandi, stuðla eisini óndskapi. Russlandi tørvar slík yvirgangsálop við einum endamáli - at gera teirra fólkamorð til eitt nýtt fyridømi fyri allan heimin.
Volodymyr Zelenskyj takkaði øllum - hvørjum leiðara og øllum tjóðum - sum vilja hjálpa Ukraina at verja lív.
Dagføring:
Ukrainskir myndugleikar siga nú, at russiska álopið rakti landsbygdina, Hroza í Kharkiv-regiónini.
Tað var tíðliga seinnapartin í dag, lokala tíð, at russiska álopið rakti, og ukrainskir myndugleikar siga, at nøkur, sum lógu eftir á, vóru samlað til eina minningarløtu.
Í síni seinastu dagføring siga myndugleikarnir, at 51 fólk hava latið lív, har ímillum ein seks ára gomul smágenta.
##med2##