478 nýggir smittutilburðir í Noregi

Hóast talið seinasta samdøgur er 147 fleiri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar, vísir uppgerðin, at smittutølini samanlagt eru í minking.

 

 

Seinasta samdøgnið hevði Noreg 478 nýggjar covid-19 smittutilburðir tilsamans. Hetta er greitt, nú midnáttarleitið nærkast, og nýggjastu tølini júst eru almannakunngjørd.

 

Tilburðirnir seinasta samdøgnið eru 147 fleiri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar, sum er 331. Týsdagin var talið 314, og mánadagin vórðu 201 nýggir tilburðir skrásettir í Noregi.

 

Størsta tal av nýggjum tilburðum, sum Noreg hevur skrásett í eitt samdøgur, var týsdagin hin 16. mars í ár, tá tilburðirnir vóru 1150 í tali.

 

Samanlagt eru smittutølini í Noregi minkandi, men í tilsamans 31 kommunum eru tey veksandi. Síðan farsóttin tók seg upp, hava nú tilsamans 120.292 fólk í Noregi fingið staðfest covid-19.