Tað gongur alt annað enn væl hjá gamla enska stórliðnum, Liverpool at skjóta mál, og ígjárakvøldi í Liga Cup steypakappingini bara av.
Liverpool tók ímóti Carlisle úr fjórðbestu, ensku fótbóltsdeildini, og Liverpool legði nøkur ótrúliga neilig hagtøl fyri dagin. Ì 120 minuttir hevði Liverpool heili 47 skot uppá mál, men bara eitt av hesum gav mál.
Í Premier League er eisini soltið við málum hjá Liverpool. Í seks dystum hevur liðið einans megnað at skotið fýra mál. Hetta er ein stórur kontrastur til Robert Lewandowski hjá Bayern München, sum megnaði at skjóta fimm mál uppá bara níggju minuttir í einum dysti ímóti Wolfsburg í vikuni.
Liverpool fær vitjan av Aston Villa leygardagin, men má verða framvegis verða sín besta framherja fyri uttan. Christian Benteke er framvegis skaddur.