47 fólk færri í Føroyum

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár minkaði fólkatalið 47 fólk.

Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir gongdina í fólkatalinum. Sama tíðarskeið í fjør var minkingin 200 fólk.

Fyrstu níggju máðaðirnar í ár eru 15 børn færri fødd samanborið við í fjør, samstundis sum at 48 færri fólk doyðu.

Hinvegin fluttu 120 fólk færri av landinum enn sama tíðarskeið í 2009.

Orsøkin til at fólkatalið ikki minkaði líka nógv fyrstu níggju mánaðirnar í ár, sum tað gjørdi somu mánaðirnar í fjør, er í høvðusheitum minni fráflyting og færri deyðsføll.

Talvan vísir broytingarnar í fólkatalinum fyrstu nýggju mánaðirnar í ár. Tað var bara Sandoy, ið hevði negativt burðaravlop, tvs. at fleiri doyðu enn tað vóru fødd. Nettofráflyting var í øllum sýslum uttan í Streymoyar sýslu annars.